Hvussu ber tað til, at fleiri og fleiri vanlig, sunn og røsk fólk, verða rakt av álvarsligari sálarligari ójavnvág og kropsligum sjúkum, orsakað av arbeiðsumstøðunum? Hvat skal til fyri at venda hesari gongdini? Og hvussu er tað vit hugsa um og handfara støðuna, tá starvsfólk verða rakt av strongd? Hyggja vit eftir einstaklinginum og hugsa hvussu tey eru samansett, og hvat tey skulu gera øðrvísi? Ella hyggja vit eftir samanhanginum tey eru í á arbeiðsplássinum og í skipanini – tí bygnaðarliga?

Hesar og nógvar aðrar spurningar, havi eg sett mær sjálvari og øðrum í nógv ár. Eitt langt arbeiðslív við nógvum ymiskum arbeiðsroyndum hevur givið mær innlit í almennar skipanir frá ymiskum sjónarhornum, eisini frá tí sjónarhorninum at hava kent strongd á egnum skinni. Hetta hevur skapt eitt forvitni eftir at skilja samanhangir í teimum møguleikum og trupulleikum, sum kunnu taka seg upp á einum arbeiðsplássi, sum samstundis er partur av einum størri samanhangi í eini skipan og einum samfelagi, sum eisini ávirka arbeiðsumstøðurnar. Eg havi hesi árini alla tíðina tilognað mær nýggja vitan og royndir innan økið.

Omanfyrinevndu spurningar og hugleiðingar, umframt eitt ynski um at ávirka gongdina, hevur verið motivatiónin fyri at stovna fyritøkuna EINA, sum varð sett á stovn í 2009. EINA bjóðar supervisión, mediatión, undirvísing og ráðgeving.

Eg eiti Eina Andreasen og eri upprunaliga útbúgvin ergoterapeutur. Eg havi drúgvar royndir sum ergoterapeutur í fleiri almennum skipanum, flestu árini innan psykiatriska økið.

Eg havi við tíðini tikið aðrar útbúgvingar, so sum supervisari frá DISPUK (Dansk Institut for Supervision, Personaleudvikling, Undervisning og Konsultation), mediator frá Turið Debes Hentze, og eri júst liðug við Diplomútbúgving í Leiðslu frá Glasir.

Umframt at vera leiðari innan dagstovnaøkið og eldraøkið, havi eg hesi seinastu nógvu árini arbeitt sum sjálvstøðug vinnurekandi, har eg í høvuðsheitunum havi fingist við supervisión, mediatión, undirvísing og ráðgeving á nógvum almennum stovnum. Samstundis havi eg havt nógvar ymiskar uppgávur fyri Barnaverndartænastur kring alt landið sum m.a. familjuráðgevi.


Í 5-6 ár var eg fakfelagsforkvinna í Ergoterapeutfelagnum.

Øll hesi árini á arbeiðsmarknaðinum havi eg altíð verið forvitin eftir at læra nýtt, so eg kundi blíva enn betur før fyri at loysa tær kjarnuuppgávur, eg havi havt ábyrgd av, og tær avbjóðingar eg havi møtt á vegnum. Í tí samanhanginum havi eg tikið nógv skeiðir innan m.a. ergoterapi, barnaverndararbeiði,  samskifti, leiðslu og fyriskipan.