Vit halda ofta, at vit sum menniskju skilja hvønnannan, men gera vit nú tað? Bloggarnir taka støði í dagligum samskifti, sambandi og samstarvi millum menniskju, har nógv viðurskifti og nógvar mekanismur eru í spæl, sum kunnu skapa fløkjur av ymiskum slag. Økt tilvitan um samanhangir  kann hjálpa menniskjum at fyribyrgja ella at koma burturúr fløkjunum. Við støði í hesum eru bloggarnir m.a. um trivna, fylgiskap, samstarv, álit, rættvísi, strongd og forráan.

21.01.2022

"Orð skapa veruleika"

Eg stúrsaði við nú ein dagin, eg lurtaði eftir Nón, har samrøða var við Jenis av Rana, landsstýrismann, um m.a. truplu støðuna á Tjóðpallinum, sum hevur verið raktur av boykotti hjá Leiklistafylkingini í longri tíð. 

Jenis orðaði seg m.a. soleiðis: 

”Tey stríðast um smáting, tað er stór skomm”

”Hvat ger man við fólk, sum vilja klandrast. Hvussu fær man tey at halda uppat?”

Eg havi ikki nokk av vitan um hvørki Tjóðpallin ella støðuna við Leiklistafylkingini og havi tí onga meining um tað. Tað sum gjørdi, at eg stúrsaði við, var at ein landstýrismaður, sum hevur stóra makt, og sum úttalar seg í beinleiðis sending í Kringvarpinum, nýtir slíkar einfaldar og niðrandi orðingar um eina ógvuliga kompleksa støðu.

Orð skapa veruleika, og kunnu soleiðis beinleiðis ávirka lívið hjá fólki. Tí mugu vit øll vera tilvitaði um, hvussu vit orða okkum í samskiftinum við onnur og um onnur. Ábyrgdin av tilvitanini um orðingar veksur við maktini, tú hevur fingið tillutað. í hesum førinum sum landsstýrismaður fyri opnari mikrofon.

Hvussu tosa vit um konfliktir, og hvussu tosa vit um nøkur fólk, sum á sín hátt í longri tíð hava roynt at gjørt vart við umstøður, sum tey uppliva sum ónøktandi, um tey skulu trívast í sínum arbeiði? 

Eg havi m.a. arbeitt við konfliktum í nógv ár, og tað hevur lært meg, at konfliktir kunnu vera oyðileggjandi fyri allar partar. Og tí velur eingin at fara í eina konflikt. Ein konflikt kann taka seg upp yvir longri tíð vegna ymiskar orsøkir, m.a. ónøktandi treytir fyri at útinna sítt arbeiði og manglandi dialog. So er spurningurin hvussu ónøgdin kemur til sjóndar, og hvussu verður hon móttikin av leiðsluni.

Orðingarnar hjá landsstýrismanninum fáa meg at venda aftur til ein blogg, sum eg skrivaði í 2019 undir heitinum ”Avvápnaður kritikkur”, og sum enn er líka aktuellur. Bloggurin er ikki ein beinleiðis viðmerking til støðuna á Tjóðpallinum, men meira ein viðmerking um líknandi støður, sum kunnu íkoma á einum arbeiðsplássi.

Eg endurtaki ein part av blogginum her:

Rasmus Willig er ein danskur sosiologur, sum tey nógvu seinastu árini hevur granskað í, hvussu almenn arbeiðspláss lurta eftir stúranum og kritikki hjá starvsfólkum. Kritikkur er nevniliga ein treyt fyri einum vælvirkandi samfelag, og hátturin, eitt arbeiðspláss megnar at taka ímóti kritikki frá starvsfólki, er eitt mát fyri, hvussu sunt arbeiðsplássið er.

Um dialogurin sum heild ikki er til staðar, kann kritikkur fatast sum óbehagiligur og órógvandi ella sum misálit ella ólýdni mótvegis skipanini. Tað vil siga, at skipanin ikki tolir kritikk, og at ymiskar fatanir verða sæddar sum ein hóttan og eitt stríð, heldur enn sum ein styrki. Sjálvt vælmeint og skynsom uppskot um broytingar verða antin avvíst ella tagd í hel. 

Svarið upp á kritikkin kann eisini koma sum eitt hóttandi persónligt álop á tann, sum kemur við kritikkinum. Eitt álop, sum ávirkar persónin so mikið nógv kensluliga, at tað er ógjørligt at geva mótstøðu. Hetta nevnir Rasmus Willig fyri avvápnaðan kritikk.

Við avvápnaðum kritikki er komin ein tøgnmentan, har tað verður sagt minni á rætta stað, tí starvsfólk eru bangin fyri at siga frá. Við tí kemur eisini ein størri vandi fyri sjálvsensuri í skipanini, sum forðar fyri, at til ber at hava ymiskar fatanir av tingunum. Vandi er eisini fyri revsitiltøkum móti starvsfólkum

Vansin við einum arbeiðsplássi, sum avvísir kritikk, er, at tað kann koma til at kosta dýrt við m.a. manglandi dialogi, manglandi eldhuga, álvarsligum stríði, avmakt, sjúkrameldingum og sjálvsensuri. Í tí støðuni er tað trupult at náa teimum strategisku málunum, sum arbeiðsplássið hevur sett út í kortið. 

Tað vil siga, at eitt alment arbeiðspláss, sum manglar dialogin og sum ikki rúmar kritikki í skipanini, kostar fleiri skattakrónur og gevur borgarum eina verri tænastu.”

Tá landsstýrismaðurin sum maktpersónur í sínum orðingum niðurger og kveistrar burtur eina veruliga stúran, sum nøkur fakfólk hava roynt at gjørt vart við í fleiri ár, so er vandi fyri, at fólk tiga og at møguligi dialogurin steðgar. Soleiðis kemur hann at herða eina konflikt, sum í forvegin er spent. 

Landsstýrismaðurin skal heldur taka ábyrgd og vera forvitin eftir at skilja kompleksu støðuna, umframt at vera tilvitaður um at orða seg á ein hátt, sum tryggjar virðing fyri øllum pørtum, so neyðugi dialogurin kann mennast og spenta konfliktin linkast. 

Tí orð skapa veruleika.......

22.09.2021

Hugleiðingar frá einum degi á ráðstevnu hjá Alzheimerfelagnum

Tað er undrunarvert, at tað ikki ber til at skaffa írestandi 1,5 milliónirnar til at tryggja infrastrukturin á demensøkinum, samstundis sum vit í koronatíðini hava verið vitnir til, at tá ið á stendur, so kann politiska skipanin uttan himpr m.a. útvega meira enn 60 milliónir til at testa fólk fyri korona

Eg valdi at fara á ráðstevnuna hendan eina dagin, tí eg hevði eitt ynski um at hoyra Imran Rashid, sum nýliga hevur skrivað eina bók um, hvussu vit m.a. í okkara almennu skipanum, har vit arbeiða við menniskjum, skulu royna at flyta okkara fokus frá málbæri til meira merkbari. Fyrilesturin hevði sera sigandi heitið: ”Tá ið tær fjálgu hendurnar frysta”.

Dagurin vísti seg at innihalda fleiri aðrar sera áhugaverdar fyrilestrar, alt frá arkitekturi og sansastimbran til politikk og statistikk.

Nú hava vit í nógv ár hoyrt um hesa eldrabylgjuna, sum skal koma, har tað vera fleiri og fleiri eldri, samstundis sum arbeiðandi fjøldin minkar. Hendan dagin tók stjórin í Nemlia, sum framleiðir tøkniligar loysnir innan eldraøkið, eitt nýtt orð í brúk. Nú var eldrabylgjan blivin til eina tsunami, sum fer at skola inn yvir okkum hesi næstu nógvu árini. 

Orðið tsunami verður nokk nýtt fyri at ávara og ræða okkum til at gera nakað munagott við støðuna. Eg eri púra greið yvir, at vit hava eina stóra avbjóðing fyri framman, sum vit skulu taka í stórum álvara,  men eg haldi, at vit skulu vera varin við retorikkinum. Vansin við einum slíkum orði er, at tað ljóðar so ógvusligt, at vit kunnu ”missa pippið” og fáa eina kenslu av maktarloysi, har tað er torført at handla upp á støðuna. Tað er heldur ikki so hugaligt at vita sær, at eg sjálv um nøkur ár fari at vera ein partur av eini tsunami, sum fer at koyra alt samfelagið um koll.

Eitt evni, sum fleiri ferðir var á breddanum hendan dagin, var starvsfólkatrotið á eldraøkinum, og hvussu vit skulu útvega og fasthalda starvsfólk – hvussu kunnu vit gera tað meira lokkandi at arbeiða innan eldraøkið?

Heri á Rógvi greiddi frá einari kanning, hann hevði gjørt millum starvsfólk á eldraøkinum. Fyri bert at taka eitt dømi úr kanningini, so vísti hon ógvuliga greitt, at ein stórur partur av starvsfólkunum á økinum ikki kendu seg hoyrd, sædd og viðurkend. Eg meti, at hetta er ein av týðandi orsøkunum til, at fólk ikki trívast á økinum.

Júst hetta við ikki at kenna seg hoyrd vísti seg ógvuliga greitt í pallborðinum, har m.a. politikarar og fakfelagsforkvinnur vóru við. Har bleiv nógv tosað um ætlaðu eftirmetingina, sum skuldi gerast av eldraøkinum eina tíð eftir, at økið bleiv lagt út til kommunurnar.  

Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna i almannamálum, greiddi frá, at hendan eftirmetingin, sum verður gjørd í samráð við Kommunufelagið, var á gáttini nú meira enn 5 ár eftir, at økið bleiv lagt út. Ein av fakfelagsforkvinnunum spurdi, hví tey ikki vóru hoyrd í eftirmetingini, hóast tey høvdu vent sær til Almannamálaráðið við hesum fleiri ferðir. Hetta fekk hon ongantíð svar uppá, hóast hon royndi meira enn eina ferð. Tíverri fangaði orðstýrarin ikki hendan týdnigarmikla bóltin. 

Hendingin í pallborðinum kann síggjast sum eitt sjúkutekin upp á tað, sum ofta gongur galið í skipanini. Um politikarar, stýri og leiðslur veruliga vilja gera eldraøkið til eitt meira lokkandi øki at arbeiða í, so kunnu tey byrja við at lurta meira eftir teimum fólkunum, sum útinna hetta týdningarmikla arbeiði. Og sjálvandi skulu tey eisini verða hoyrd frá byrjan av í slíkari tilgongd at eftirmeta eldraøkið. Tað er ov seint at spyrja tey aftaná, at arbeiðið er liðugt.

Eftir ein sera áhugaverdan dag, har vit bæði fingu nýggja vitan og blivu rørd av persónligum søgum og tónleiki, komu vit skjótt niður á jørðina aftur við pallborðinum, har nógv tíð bleiv brúkt uppá at tosa um 1,5 millión. Tað komst av demensætlanini frá 2015, har mælt varð til at seta 5 ársverk til demenssamskiparar til alt landið. Nú 6 ár eru farin, eru 2,2 ársverk sett. Tað restar 1,5 millión í at røkka málinum, so alt landið kann fáa hesa tænastuna, sum kann tryggja infrastrukturin á økinum. 

Landsstýriskvinnan bleiv spurd um hesa írestandi 1,5 milliónina. Hon svaraði, at tað altíð er talan um raðfestingar í politisku skipanini. Undrunarvert, nú vit í koronatíðini hava verið vitnir til, at tá ið á stendur, so kann politiska skipanin m.a. uttan himpr útvega meira enn 60 milliónir til at testa fólk fyri korona.

23.11.2019

Hert eftirlit á eldraøkinum?

Hert eftirlit krevur meira skjalfesting av tí, sum kann mátast. Tá vit arbeiða við menniskjum, eru nógvar týdningarmiklar umstøður, sum ikki kunnu mátast. Hert eftirlit fremur meira av tí, sum kann mátast, og minni av tí, sum ikki kann mátast.

Í valstríðnum var eldraøkið nógv uppi at venda. Starvsfólk á økinum, fakfeløg og onnur feløg royndu at gera vart við ónøktandi umstøður, og landspolitikarar lovaðu gull og grønar skógir, hóast økið liggur hjá kommununum at umsita. 

Áhugafelagið TIGN vísti eisini á, at ov lítið eftirlit er við eldraøkinum. Felagið eftirlýsti eina kunngerð, sum áleggur landinum at hava eftirlit við tænastunum á eldraøkinum. Tað sama gjørdu nakrir av politikarunum. Endamálið við at eftirlýsa hert eftirlit er allarhelst betri umstøður fyri okkara eldru, sum hava tørv á hjálp. 

Eg haldi, at vit skulu vera sera varin við at krevja ov nógv eftirlit. Hert eftirlit krevur meira skjalfesting av tí, sum kann mátast. Tá vit arbeiða við menniskjum, eru nógvar týdningarmiklar umstøður, sum ikki kunnu mátast. Hert eftirlit fremur meira av tí, sum kann mátast, og minni av tí, sum ikki kann mátast. Hetta kann blíva ein ónd ringrás.

Ein politikari hjá Fólkaflokkinum hevði enntá eisini loysnina uppá trupulleikarnar á eldraøkinum og í sjúkrahúsverkinum. Loysnin var LEAN. Fortreytirnar fyri at seta LEAN í verk og fá tað at virka er, at talan er um standardiseraða framleiðslu. Tí er ilt at skilja, at talan er um at seta LEAN í verk á nevndu økjum, har arbeitt verður við menniskjum. Í Danmark og øðrum londum hava royndirnar av hesum verið alt annað enn góðar, um tú spyrt fakfólk á økinum. 

Í Føroyum hevur LEAN verið nýtt á eldraøkinum innan heimahjálp, har tænasturnar hava verið standardiseraðar. Hetta merkir m.a. at um ein eldri borgari hevur tørv á hjálp til at fara á WC ella í bað, so eru so og so nógvir minuttir settir av til tað. Tað merkir eisini, at heimahjálpin hevur eina sera neyva arbeiðsætlan fyri dagin, har allar arbeiðsuppgávurnar eru tíðarætlaðar frammanundan. Ein slík standardisering tekur einki atlit fyri, at menniskju eru ymisk og hava ymiskan og svingandi tørv. 

Um vit lurta eftir teimum serkønu fólkunum á gólvinum, vita vit, at ein stórur partur av trupulleikanum er, at ov lítil arbeiðsorka er til at taka nóg væl hond um tey fólkini, tey eru sett til at taka sær av. Tað nýtist ikki at vera so torgreitt. Tá eru pengarnir betri brúktir á gólvinum, enn við herdum eftirliti, sum eisini kostar pengar og skal takast onkustaðni frá – og allarhelst av gólvinum.

Tað er væl skiljandi, at vit gerast ørkymlað av søgum um óhjálpin fólk, sum ikki fáa nokk av hjálp og umsorgan. Tá vit eru ørkymlað, og har er okkurt vit ikki rættiliga skilja, so eftirlýsa vit ofta skjótar og ítøkiligar loysnir, so sum hert eftirlit. Skjótar og ítøkiligar loysnir eru sjálvdan tær bestu, tá kompleksir trupulleikar skulu loysast, og eru tær kanska heldur tekin um maktarloysi. 

Tá maktarloysi er í spæl, hevur tað týdning at sláa kalt vatn í blóðið, so vit ikki koma at taka óumhugsaðar avgerðir, sum kunnu gera meira skaða enn gagn. Politikararnir, sum skulu taka avgerðirnar, kunnu eisini ávirkast av fólkastemninginum, og tá er vandi fyri, at teir koma at taka populistiskar avgerðir, sum kunnu geva eina fatan av, at teir eru virkisfúsir og gjarna vilja hjálpa veljarunum. Hetta síggja vit ofta, tá trupulleikar í almenna geiranum eru uppi at venda - ofta vegna vantandi tilfeingi.

Áðrenn avgerðir verða tiknar um hert eftirlit, er neyðugt at hugsa um avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum. Hert eftirlit kann í tí dagliga arbeiðinum hjá starvsfólkunum kennast sum misálit á teirra arbeiði, sum aftur ávirkar nøgdsemi og trivnaðin á arbeiðsplássinum. Hetta kemur afturat teimum frammanundan pressaðu arbeiðsumstøðunum á eldraøkinum.

Á almennum arbeiðsplássum er strongd hjá starvsfólkum ein alstórur trupulleiki. Heldur enn at seta tiltøk í verk, sum kunnu økja um vandan fyri strongd, sum í forvegin er stórur, so skuldu tiltøk verið sett í verk, sum kunnu skapa betri og meira virðiligar umstøður hjá bæði starvsfólkum og borgarum. 

21.03.2019

Avvápnaður kritikkur

Um dialogurin sum heild ikki er til staðar, kann kritikkur fatast sum óbehagiligur og órógvandi ella sum misálit ella ólýdni mótvegis skipanini. Tað vil siga, at skipanin ikki tolir kritikk, og at ymiskar fatanir verða sæddar sum ein hóttan og eitt stríð, heldur enn sum ein styrki.

Fyri at fáa eitt vælvirkandi arbeiðspláss er neyðugt at duga at síggja, at tað er altumráðandi við einum góðum dialogi bæði uppeftir, niðureftir og upp á tvørs. Hetta var umrøtt í seinasta blogginum 6. mars 2019 um, hvussu forráan vísir seg á einum arbeiðplássi. Um tað sum heild er opinleiki fyri dialoginum - bæði um tað sum virkar, og um tað sum ikki virkar - so er eisini kritikkur ein natúrligur partur av dialoginum. 

Forráan á arbeiðsplássinum kann vísa seg á ymiskan hátt. Um vit hugsa um týdningin av dialoginum í sambandi við at náa tey strategisku málini á arbeiðsplássinum, so krevur tað leiðarar, sum megna at umseta bæði uppeftir og niðureftir í skipanini. Her kann manglandi dialogur føra við sær, at strategiin ikki verður førd út í lívið. Tað viðførir eisini vaksandi ónøgd á arbeiðsplássinum. So er spurningurin, hvussu ónøgd kemur til sjóndar og ikki minst, hvussu tað verður móttikið hjá leiðsluni.

Um dialogurin sum heild ikki er til staðar, kann kritikkur fatast sum óbehagiligur og órógvandi ella sum misálit ella ólýdni mótvegis skipanini. Tað vil siga, at skipanin ikki tolir kritikk, og at ymiskar fatanir verða sæddar sum ein hóttan og eitt stríð, heldur enn sum ein styrki.

Rasmus Willig er ein danskur sosiologur, sum tey nógvu seinastu árini hevur granskað í, hvussu almenn arbeiðspláss lurta eftir stúranum og kritikki hjá starvsfólkum. Kritikkur er nevniliga ein treyt fyri einum vælvirkandi samfelag, og hátturin, eitt arbeiðspláss megnar at taka ímóti kritikki frá starvsfólki, er eitt mát fyri, hvussu sunt arbeiðsplássið er.

Grundleggjandi er komið eitt tíðarrák við krøvum um robust starvsfólk, sum til allar tíðir skulu vera klár til broytingar, og har kritikkur verður sæddur sum órógvandi og illoyalur. Sjálvt vælmeint og skynsom uppskot um broytingar verða antin avvíst ella tagd í hel. 

Svarið upp á kritikkin kann eisini koma sum eitt hóttandi persónligt álop á tann, sum kemur við kritikkinum. Eitt álop, sum ávirkar persónin so mikið nógv kensluliga, at tað er ógjørligt at geva mótstøðu. Hetta nevnir Rasmus Willig fyri avvápnaðan kritikk.

Við avvápnaðum kritikki er komin ein tøgnmentan, har tað verður sagt minni á rætta stað, tí starvsfólk eru bangin fyri at siga frá. Við tí kemur eisini ein størri vandi fyri sjálvsensuri í skipanini, sum forðar fyri, at til ber at hava ymiskar fatanir av tingunum. Vandi er eisini fyri revsitiltøkum móti starvsfólkum og millumleiðarum, sum koma við kritikki. Tað sóu vit eitt týðiligt dømi um í frágreiðingini frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum bleiv nevnd í fyrsta blogginum um forráan tann 12. februar 2019.

Vansin við einum arbeiðsplássi, sum avvísir kritikk, er, at tað kann koma til at kosta dýrt við m.a. manglandi dialogi, manglandi eldhuga, álvarsligum stríði, avmakt, sjúkrameldingum og sjálvsensuri. Í tí støðuni er tað trupult at náa teimum strategisku málunum, sum arbeiðsplássið hevur sett út í kortið. 

Tað vil siga, at eitt alment arbeiðspláss, sum manglar dialogin og sum ikki rúmar kritikki í skipanini, kostar fleiri skattakrónur og gevur borgarum eina verri tænastu.

06.03.2019

"Ein verður lítil av ikki at verða hoyrd/ur"

Grundleggjandi trúgvi eg, at allar leiðslur hava góðar ætlanir. Men tað er ikki altíð samanhangur millum ætlanir og gerðir.  Hóast góðar ætlanir, hendir ofta tað, at tilburðargondir í skipanini ótilætlað føra til eyðmýking, skemd, skadd sambond og tap av sjálvsvirðing.

Í seinasta blogginum tók eg støði í einari frágreiðing frá Løgtingsins Umboðsmanni, har tekin vóru um týðiliga forráan. Forráan vísir seg ikki frá einum degi til annan, men kemur líðandi og kann vísa seg á ymiskan hátt. Tað, sum vit skulu vera varug við, serliga sum leiðsla, er hvar tað kann byrja, og hvussu tað vísir seg í skipanini. 

Her kemur týdningurin av góðum samskifti og sambondum í skipanini í spæl. Týdningurin av at blíva sædd/ur, hoyrd/ur og tikin við í skipanini hevur sera stóran týdning, um vit ynskja eitt mennandi umhvørvi, har starvsfólk kunnu trívast og mennast. Hetta vísir seg aftur í tænastuni til borgaran. 

Tað krevur ein støðugan viðurkennandi dialog millum øll løgini í skipanini, og at ovasta leiðslan vísir áhuga fyri teimum veruligu umstøðunum hjá starvsfólkum og millumleiðarum á gólvinum. Tað er leiðslan, sum hevur maktina og møguleikarnar til at skapa umstøður í skipanini, sum kunnu fremja dialogin.

Um støðugi dialogurin ikki er til staðar, er nógv størri vandi fyri forráan. Hetta havi eg upplivað bæði sum starvsfólk og millumleiðari. Tað kann best lýsast við myndini av einum múri, har ikki ber til at koma framum. 

Eitt dømi er, at vit á gólvinum uppliva nakrar avbjóðingar í skipanini, sum viðføra, at vit ikki kunnu útinna okkara arbeiði á nóg góðan hátt, og sum viðførir eina verri tænastu til borgaran. Vit royna at gera vart við umstøðurnar hjá nærmasta leiðara, sum ikki hevur heimildir til at broyta umstøðurnar, og tí má longur upp í skipanini við fyrispurninginum. Vit fáa ongantíð eitt greitt svar upp á fyrispurningin, hóast vit rykkja fleiri ferðir. Vit ynskja at koma í dialog við tey, sum hava heimildir til at taka neyðugu avgerðirnar, men tað letur seg ikki gera. Vit senda skrivliga frágreiðing um støðuna uppeftir í skipanini, men hoyra einki aftur. 

Í síðsta enda standa vit einsamøll við ábyrgdini í einari støðu, har vit ikki kunnu standa inni fyri tænastuni til borgaran. Samstundis hava vit ongar heimildir til at broyta umstøðurnar. ”Stór ábyrgd og manglandi ávirkan á egnar arbeiðsumstøður” er ein av teimum støðunum, har vandin fyri strongd er allarstørstur.

Ein annar vandi við tí manglandi dialoginum er, at starvsfólk blíva meira og meira ørkymlað og kunnu fáa eina kenslu av avmakt. Tá kunnu tey koma at bera seg at á ein hátt, sum ikki er uppbyggjandi fyri skipanina og tænasturnar. Norski samfelagsfrøðingurin Nils Christie sigur tað so gott við hesum setninginum: ”Ein verður lítil av ikki at verða hoyrd/ur.”Á hendan hátt kann forráan breiða seg niðureftir í skipanini.

Orsakað av omanfyrinevndu umstøðum, hevur tað sera stóran týdning, at ovasta leiðslan er tilvitað um, hvussu slíkar umstøður ávirka starvsfólkini. Tí er tað eisini ein leiðsluábyrgd at fyribyrgja og handfara strongd og forráan.

Eg fari at skriva fleiri bloggar um, hvussu forráan innan leiðslu kann vísa seg, umframt hvussu hon kann fyribyrgjast.

12.02.2019

Tá leiðsla verður forráað

Eg havi lisið frágreiðingina frá Løgtingsins Umboðsmanni, og tað er ikki hugaligur lesnaður, tá hugsað verður um orðingarnar, sum LUM sipar til. Uttan at fara ov nógv niður í smálutir, vil eg siga, at orðingarnar eru óneyðuga harðrendar og kunnu vera tekin um eina leiðslu/skipan, sum er forráað. 

”Kommuna av at vita frá Løgtingsins umboðsmanni” var yvirskriftin í Kringvarpinum 4. januar í ár. Yvirskriftin sipar til eina niðurstøðu frá Løgtingsins umboðsmanni (LUM), har funnist verður at Tórshavnar Kommunu (TK) m.a. fyri: ”at orða seg á ein hátt, sum als ikki sømir seg einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara”. 

Eitt dømi um nevndu orðingar er, at tá viðkomandi starvsfólk hevur vent sær til fakfelagið og málið endar hjá LUM, verður hetta av TK tulkað sum, at viðkomandi ”annaðhvørt ikki vil ella megnar samstarv við leiðsluna”, og verður nýtt sum argument fyri, at hon ikki kann setast í fast starv aftur, hóast hon í eitt tíðarskeið hevur arbeitt sum tímalønt innan sama øki.

Hetta er rættiliga álvarsligt, tí tað er ein demokratiskur rættur hjá øllum starvsfólkum at venda sær til fakfelag um starvsfólkaviðurskifti og eisini at kæra til LUM, fyri at fáa eina meting av, um eitt mál er rætt handfarið av einum almennum myndugleika og arbeiðsgevara. Øll skulu kunna gera brúk av hesum amboðum, uttan at óttast starvsrættarligar avleiðingar ella onnur tiltøk.

Eg havi lisið frágreiðingina frá LUM, og tað er ikki hugaligur lesnaður, tá hugsað verður um orðingarnar, sum LUM sipar til. Uttan at fara ov nógv niður í smálutir, vil eg siga, at orðingarnar eru óneyðuga harðrendar og kunnu vera tekin um eina leiðslu/skipan, sum er forráað. 

Forráan er eitt hugtak fyri eina líðandi gongd, har eitt menniskja verður tiltakandi kyniskt, rátt og harðrent í sínum tonkum og framferðarhátti, og kann hetta føra til óneyðuga maktnýtslu. Hendan gongdin kann við tíðini eisini eyðkenna eina skipan, tí mentanin spakuliga broytist. 

Frágreiðingin frá LUM er einans eitt dømi um forráan. Undir ávísum umstøðum kunnu vit øll koma at virka á ein hátt, so forráan kemur í spæl, bæði sum starvsfólk, leiðsla og umsiting.

Forráan í einari skipan kann føra við sær fleiri tilburðir av strongd, sum aftur kann føra til sjúku og sálarløstir. Í hesum tíðum, har strongd er ein stórur trupulleiki á arbeiðsmarknaðinum, liggur ein stór ábyrgd á leiðslum/skipanum at fyribyrgja strongd, har vit kunnu. 

Ein orsøk til mín stóra áhuga fyri hesum evninum er, at eg kenni nógvar av orðingunum í frágreiðingini aftur frá egnum royndum í almennari skipan. Harumframt havi eg verið vitni til tað í fleiri førum sum starvsfólk, deildarleiðari og fakfelagsforkvinna. 

Nevndu hendingar góvu mær íblástur til mína høvuðsuppgávu á Diplomútbúgvingini í Leiðslu á Glasi í fjør, har evnið var ”forráan innan leiðslu”. Í kanningini til uppgávuna hevði eg m.a.  samrøður við fleiri starvsfólk úr almennum skipanum, sum høvdu havt líknandi upplivingar. Eg svaraði eisini uppá, hvat ein sum leiðari skal vera varug/ur við fyri at fyribyrgja forráan.

Tí gleðir tað meg, at ein slíkt mál kemur fram í ljósið, tí eg eri vitandi um, at tað finnast nógv líknandi mál, sum verða tagd burtur, og ei heldur koma til Løgtingsins umboðsmann. Orsøkin til tað kann m.a. vera, at viðkomandi starvsfólk hevur sagt upp, er blivin sjúkrameldað/ur við strongd ella er farin frá við einari fráfaringaravtalu, sum inniheldur eitt krav um tagnarskyldu mótvegis avtaluni og arbeiðsgevaranum. Ein onnur orsøk kann vera, at í einum lítlum samfelagi sum okkara, kann kenslan av skomm gera seg galdandi, og verður tað tí eitt tabuevni.

Forráan er ein torgreiddur trupulleiki, og tað finnast ongar einfaldar frágreiðingar. Um vit lyfta okkum upp, hyggja niður á skipanina og hyggja eftir samanhangum, so stinga nógvir spurningar seg upp viðvíkjandi forráan. Eg fari frameftir her á blogginum at gera eina roynd at svara niðanfyrinevndu spurningum:

  • Hvussu vísir forráan seg í einari skipan?
  • Hvat er tað, sum loyvir forráan í einari skipan?
  • Individualisera vit trupulleikar á arbeiðsplássinum, ella fyrihalda vit okkum til rammur og treytir, sum verða settar?
  • Hvussu handfer skipanin ósemjur?
  • Er rúmd í skipanini til at viðgera ymiskar fatanir av trupulleikum? Tolir skipanin atfinningar?
  • Talufrælsi í skipanini? 
  • Varskógvaraskipan ella ikki?
  • Hvussu ávirkar forráan starvsfólk í skipanini?
  • Fyribyrging av forráan í einari skipan?

Link til frágreiðing hjá LUM:

17.04.2018

Hvussu skilja vit strongd?

Hvussu ber tað til, at fleiri og fleiri vanlig, sunn og røsk fólk, verða rakt av álvarsligari sálarligari ójavnvág og kropsligum sjúkum, orsakað av arbeiðsumstøðunum?
Hvat skal til fyri at venda hesari gongdini?
Strongd er kostnaðarmikið og kann hava stórar avleiðingar bæði persónliga og fíggjarliga. Tí er strongd hjá starvsfólkum ein avbjóðing, arbeiðspláss í dag mugu fyrihalda seg til. Strongd er ein leiðsluábyrgd.


Eitt langt arbeiðslív við nógvum ymiskum arbeiðsroyndum hevur givið mær innlit í almennar skipanir frá ymiskum sjónarhornum, eisini frá tí sjónarhorninum at hava kent strongd á egnum skinni. Hetta hevur skapt eitt forvitni eftir at skilja samanhangir í teimum møguleikum og trupulleikum, sum kunnu taka seg upp á einum arbeiðsplássi, sum samstundis er partur av einum størri samanhangi í eini skipan og einum samfelagi, sum eisini ávirka arbeiðsumstøðurnar.

Hvussu vit skilja og greiða frá strongd, er avgerðandi fyri, hvussu vit kunnu fyribyrgja og handfara eina støðu við strongd. Um vit vilja broyta støðuna, mugu vit vera tilvitaði um, hvussu vit skilja strongd. 

Tað er sera ymiskt, hvussu vit skilja strongd. Hyggja vit eftir einstaklinginum og hugsa um hvussu tey eru samansett, og hvat tey skulu gera øðrvísi? Ella hyggja vit eftir samanhanginum tey eru í á arbeiðsplássinum og í skipanini?

Í nógv ár hevur gongdin verið, at hugt verður at einstaklinginum. Hvussu er hesin persónurin samansettur, og hvar í persónsmenskuni liggur orsøkin til strongdina? Út frá hesum kann persónurin fáa nøkur amboð og læra nakrar "betri og sunnari strategiir".

Hesin hugsunarhátturin leggur upp til, at ábyrgdin fyri strongdini liggur á tí einstaka, sum verður raktur, og um tað ikki eydnast at koma úr strongdini, so er tað einstaklinginum tað er galið við.

Hugt verður ikki eftir hvørjum karmum einstaklingurin arbeiðir í. Dømir kunnu vera: ógreið leiðsla, ógreiðar rollur og arbeiðsuppgávur, ov lítið tilfeingi í mun til arbeiðsuppgávurnar, manglandi involvering, umframt áhaldandi broytingar á arbeiðsplássinum. Alt umstøður, sum kunnu ávirka savningarmegina, sum er avgerðandi fyri trivnaðin á arbeiðsplássinum.

Avleiðingarnar kunnu vera sera álvarsligar, bæði fyri einstaklingin og arbeiðsplássið.

Sum leiðsla er tað avgerandi at gjøgnumskoða og lyfta trupulleikan við strongd hjá tí einstaka upp á fyrisitingar- og leiðslustig, har trupulleikin við strongd aloftast hoyrir heima, heldur enn at ganga út frá, at tað er í persónsmenskuni hjá einstaklinginum, at trupulleikin býr.

Strongd á arbeiðsplássinum er ein leiðsluábyrgd. Starvsfólkini kunnu vera rakt av tí manglandi savningarmegini á arbeiðsplássinum, men tey eru ikki orsøkin til hana.