Arbeiðsumhvørvi og produktivitetur hongur neyvt saman. Tí er neyðugt at taka hond um og styrkja samstarv og sambond á arbeiðsplássinum. Um samstarvið á arbeiðsplássinum gevur eina kenslu av áliti og rættvísi, so betrar tað um samstarvið um kjarnuuppgávuna. Hetta krevur tilvitan av øllum pørtum.
EINA bjóðar supervisjón, mediatión, undirvísing og ráðgeving. Tænasturnar skapa tilvitan og hjálpa viðskiftafólkunum at menna álit, rættvísi og samstarvsevni á arbeiðsplássinum. Tær fyribyrgja og menna eisini evnini til at handfara m.a. strongd, mistrivnaði, konfliktum og forráan.
Tænasturnar verða skræddaraseymaðar tørvinum hjá viðskiftafólkunum.