Hvussu vit skilja og greiða frá einari konflikt er avgerðandi fyri,
hvussu vit kunnu fyribyrgja og handfara konfliktina.

 

Mediatión

Konfliktir eru ein treyt í dagligum samskifti, samstarvi og sambandi millum menniskju, bæði privat og á arbeiðsplássum. Harafturímóti er stórur munur á, hvussu vit skilja og forklára eina konflikt, og tí eisini nær vit halda, vit hava ein konflikt ella ei, og hvussu hon skal handfarast.

Mediatión er eitt annað orð fyri konfliktmekling. Ein mediator er eitt annað orð fyri ein konfliktmeklara.

Sum mediator er mín tanki, at konfliktir ikki kunnu loysast, sum vit m.a. umvæla ein bil. Hon kann betur loysast við at fáa fleiri sjónarhorn á tær fastlæstu støðurnar og søgurnar, sum eru í einari konflikt.

Eingin ynskir at enda í einari konflikt. Tá vit síggja nakrar gerðir, sum føra til eina konflikt, hevur tað týdning at hyggja eftir, hvat upprunaliga var ætlanin við gerðunum. Hvørji vóru ynskini og hvørjar vóru vónirnar?

Mediatión kann útinnast á ymiskan hátt, alt eftir hvussu fastlæst konfliktin er, og hvussu nógv eru rakt av konfliktini. Tiltøkini kunnu vera alt frá einstaklingasamrøðum til mediatión millum partarnar, har mediator hevur ábyrgd av at stýra gongdini.

Mediatión er altíð sjálvboðið og í trúnaði. Mediator stýrir gongdini, og kemur ikki við endaligum loysnum.