Tilgongd

EINA bjóðar eitt breitt úrval av tænastum, sum verða settar saman eftir ynski og tørvi. Nærri avtalur um tænasturnar verða gjørdar í samráð við arbeiðsplássið.

Í øllum tænastum síggi eg tað sum mína fremstu uppgávu at skapa rúm og treytir, sum seta gongd á hugleiðingar og prosessir, sum styrkja sambond og samskiftishættir, og soleiðis betra samstarvið um kjarnuuppgávuna á stovnum og í fyritøkum.

Í tilgongdini er grundleggjandi hugsunarhátturin og arbeiðshættirnir í høvuðsheitinum tiknir við støði í sosialkonstruktionismuni, sum stuðlar undir, at:

  • síggja alt frá fleiri sjónarhornum
  • hyggja eftir samanhanginum, vit eru í
  • skapa samanhang, heild og meining
  • halda hugleiðandi ivanum á lívi, og vera forvitin eftir at skilja
  • betra evnini til at síggja menniskju við virðismetandi eygum og lurta á ein ikki-dømandi hátt
  • skapa pláss fyri einum margfeldi av søgum, eisini teimum ikki dominerandi. Vit skulu skapa eitt arbeiðslag, sum ger tað møguligt hjá umfataðum pørtum í øllum løgum at fáa ein veruligan møguleika fyri at blíva hoyrd og skilt.

Trivnaður og produktivitetur hongur neyvt saman. Tí er neyðugt at taka hond um og menna tilfeingið á arbeiðsplássinum. Um samstarvið á arbeiðsplássinum gevur eina kenslu av áliti og rættvísi, so betrar tað um samstarvið um kjarnuuppgávuna.